Hvalbiar skúlabókasavn fevnir yvir bøkur, árbøkur, røði o.a. Stórsti parturin er tó tilfar til børn og ung. Tilfarið er skipað alfabetiskt á hillinum.
Handbøkur
Hesar eru ikki til láns, men kunnu bert nýtast á bókasavninum.
Krabbabøkurnar eru ikki skrásettar í bókasavnskipanini, næmingar læna tær í samskifti við læraran í føroyskum.
Hvalbiar skúli arbeiðir við at fáa eitt opið skúlabókasavn út á skúlagongina. Tá fara vit at fáa meira veggjapláss og betri umstøður at skipa alt tilfarið á skúlabókasavninum.
Vit hava fingið tríggjar lesisofur út á skúlagongina, og eru tit næmingar altíð vælkomnir á bókasavnið at læna bøkur og seta tykkum í nýggju sofurnar at lesa.
Hvalbiar skúlabókasavn ynskir øllum á skúlanum góðan lesihug.
;