Tíðindi

Black Beauty
Alice in wonderland
Empati i den sundhedsprofessionelle relation
Når livet bliver kunstigt
Se mig lige
Spørgsmål
Intet nyt fra Vestfronten
Snjómánafólkið 2 - Friðleys
Borgin í Otranto
Koparblóð
Stakkar
Trækrúnulívæðrin
Babba og gloymskan
Valdsmennið í samkomuni
Minecraft - find zombien og andre mobs
Lygn
Minecraft - find creeperen og andre mobs

Soleiðis er bókasavnið opið:

Mánadag til hósdag: 09.00-17.00

Fríggjadag: 09.00-16.00

Leygardag: Stongt

Fuglafjarðar Bókasavn heldur til í hugnaligu hølinum á gamla skúlanum frá 1882, miðskeiðis í bygdini. Tað stendur øllum í boði at nýta bókasavnið, og miðjar bókasavnið fram ímóti at gerast miðdepil fyri upplýsing, mentan og trivnaði. Bókasavnið hevur ein bókastovn, ið telur upp ímóti 20.000 bókum, bæði til vaksin, ung og børn, umframt annað tilfar so sum ljóðbøkur, tíðarrit, filmar og teknifilmar, og keypir regluliga nýggjar bøkur inn. Umframt hetta heldur bókasavnið eisini øll tey føroysku bløðini, sum til ber at lesa á bókasavninum, umframt onnur útlendsk bløð og tíðarrit. Eldri tíðarrit er møguleiki fyri at læna.Bókavørðurin er altíð fúsur at veita hjálp og vegleiðing, um okkurt ávíst skal finnast fram.

Heimasíðan hjá Fuglafjarðar Bókasavn er: www.bokasavn.fo , har kanst tú eisini leita og síggja hvørjar bøkur eru tøkar og hvar í landinum tær eru.

 

;