Klaksvíkar Bókasavn er fólkabókasavn, men virkar fyrrapartar eisini sum skúlabókasavn fyri skúlan á Skúlatrøð.
Hvat kanst tú lána á bókasavninum?
•	Skaldsøgur til børn og vaksin bæði á føroyskum, donskum og enskum
•	Myndabøkur til tey smærri børnini
•	Ljóðbøkur (føroyskar bøkur lisnar inn á fløgu/MP3)
•	Yrkisbøkur til børn og vaksin
•	Nógv ymisk tíðarrit bæði til børn og vaksin
•	Filmar til børn og vaksin
Hvønn dag fær bókasavnið tey føroysku dagbløðini og harafturat donsk dagbløð. Øll tey føroysku dagbløðini verða goymd og tískil er møguleiki at leita í gomlum bløðum.
Bókasavnið hevur teldur tøkar, so til bera at fara á internetið.
;